Húsavørður
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Søkt verður eftir handverkara til fastlønt starv sum húsavørður í miðbýnum hjá Tórshavnar kommunu.


ARBEIÐIÐ
fevnir um at hava umsjón og røkja bygningar og økið uttanum. Húsavørðurin skal eisini gera ymisk ørindi og vera tøkur í samband við ávís tiltøk.

ARBEIÐSUPPGÁVUR ERU M.A. AT:

• 

gera smærri umvælingar

syrgja fyri at garður / portur / girðing er reint og í góðum standi

syrgja fyri at el, vatn, hiti og sanitets viðurskiftini eru í lagi

syrgja fyri at bruna viðurskifti og trygdarútbúnaðurin er í lagi

syrgja fyri at rusk verður koyrt burtur

syrgja fyri at túnini eru rein og ruddilig

rudda kava og salta um veturin

VIT SØKNAST EFTIR PERSÓNI SUM:

• 

hevur handverkaraútbúgving sum húsasmiður ella líknandi

hevur góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt

er røkin og hevur ans fyri, at alt er ruddiligt og væl røkt inni og úti

hevur góð samstarvsevnir

dugir at samskifta

hevur góðan teldu kunnleika

hevur koyrikort

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Handverkarafelag / Landsfelag Handverkaranna.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Unn S. Perdomo, deildarleiðara á Húsaumsitingini, telefon 302010.

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving og royndir, og møguligum viðmælum skal vera torshavn@torshavn.fo, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 26. apríl 2019.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER