Leiðari til Býlingshúsið inni á Gøtu
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Vit ímynda okkum ein leiðara, sum hevur hugsjónir og vil virka fyri einum høgum námsfakligum støði. Ein leiðara, sum megnar at leiða námsfrøðiliga virksemið og starvsfólk og somuleiðis dugir at fyrisita og umsita fíggjarviðurskifti.

Leiðarin á Býlingshúsinum inni á Gøtu er leiðari fyri vøggustovu- og barnagarðs virksemi.

VIT BJÓÐA:

• 

eitt áhugavert starv, har tú hevur møguleika at seta dám á
stovnin

samskifti og samstarv við Barna- og ungdómsdeildina og aðrar
deildir í kommununi

samskifti og samstarv við aðrar dagstovnaleiðarar, sum partur
av einum leiðslubólki

VIT VÆNTA AT TÚ:

• 
 

hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan
gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum,
barnabólkinum foreldrunum og starvsfólkunum

hevur leiðsluroyndir og leiðsluførleikar

kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir

dugir væl at samstarva, lurta og reflektera

hevur telduførleikar

hevur lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum

SETANARVIÐURSKIFTI

Starvið verður 1. juni 2019 ella eftir avtalu. Tann, ið settur verður, skal vera útbúgvin námsfrøðingur. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

MEIRI FÆST AT VITA
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dalbø, deildarleiðara á Barna- og ungdómsdeildini, telefon 302010 / 302014.

UMSÓKN

Umsókn saman við viðmælum, royndum og upplýsingum um útbúgving skal vera Tórshavnar Kommunu, torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi týsdagin 30. apríl 2019.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER