Lívbjargari til Svimjihøllina í Gundadali
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Søkt verður eftir manni sum lívbjargari til Svimjihøllina í Gundadali at arbeiða fjórða hvørt vikuskifti. Fyrsta vaktin er í vikuskiftinum viku 19.

Umframt at starvast sum lívbjargari, fevnir starvið um reingerð og at hjálpa til við ymiskum í tí dagliga.

FØRLEIKAKRØV
Umsøkjarin skal vera góður svimjari og hava stóru lívbjargararoyndina, annars verður skipað fyri lívbjargararoyndini á staðnum. Heilsuváttan má útvegast.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið er tímalønt eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKN O.A.
Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skulu vera torshavn@torshavn.fo í hendi í seinasta lagi sunnudagin 28. apríl 2019.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst st vita um starvið við at venda sær til Gunnar Streymoy, leiðara, telefon 224550, teldupost gunnars@torshavn.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER