Lestrarstarv á Marknaðardeildini
P/F BANKNORDIK

Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum lesandi til eitt lestrarstarv á Marknaðardeildini. Deildin hevur ábyrgd av marknaðarføring, branding og samskifti í samtakinum, og arbeiðsøkið fevnir um Føroyar, Danmark og Grønland.

Starvið gevur tær góðan møguleika at fáa hollar og viðkomandi arbeiðsroyndir, meðan tú nemur tær hægri útbúgving. BankNordik er í einari spennandi menningartilgongd, og á Marknaðardeildini hava vit nógv um at vera. Tískil sóknast vit eftir einum lesandi við áhuga fyri marknaðarføring og samskifti, sum hevur hug til at luttaka í arbeiðinum á deildini.

Um starvið

Uppgávurnar á Marknaðardeildini eru bæði spennandi og fjølbroyttar, og tú sleppur at arbeiða við nógvum ymiskum uppgávum. Ein týðandi partur av starvinum er at samskipa uppgávur, svara fyrispurningum av ymsum slagi og at loysa fyrifallandi uppgávur.

Av tí at Marknaðardeildin tekur sær av sosialum miðlum og heimasíðum hjá samtakinum, er tað ein stórur fyrimunur, um tær dámar at arbeiða við teksti og at framleiða skrivligt tilfar.

Um teg

Tú ert lesandi og ynskir at sameina hægri lestur og eitt viðkomandi lestrarstarv. Tú ert áhugað/ur í marknaðarføring og samskifti, og tú dugir væl at skriva lættan og greiðan tekst. Tú ert stinn/ur í bæði føroyskum og donskum máli og hevur harafturat eitt sjálvstøðugt og miðvíst arbeiðslag.

Vit bjóða

Eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi. Starvið gevur innlit í nógv ymisk viðurskifti viðvíkjandi marknaðarføring av samtakinum í Føroyum, Danmark og Grønlandi.

Starvsstaðurin er í høvuðssæti okkara í Tórshavn, og vit ímynda okkum, at tú kanst arbeiða 10-15 tímar um vikuna.

Umsókn

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rúnu N. Rasmussen, samskiftisráðgeva, á telefon 230 478 ella rr@banknordik.fo.

Skrivlig umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi prógvum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 24. apríl 2019. Søk starvið her: https://app.jobmatchprofile.com/g5gsyk



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER