UNDIRVÍS Á GLASI: STØRV LEYS AT SØKJA
GLASIR

 

Glasir er Føroya størsti undirvísingarstovnur, við 250 starvsfólkum og yvir 1.500 næmingum, lærlingum og lesandi. Til skúlaárið 2019/2020 søkja vit nú – við fyrivarni fyri virksemi og játtan - eftir undirvísarum í hesum lærugreinum:

 

  1. Alisfrøði
  2. Altjóða búskapur
  3. Danskt
  4. Dekoratión
  5. El
  6. Enskt
  7. Evnafrøði
  8. Fornaldarfrøði
  9. Føroyskt
  10. Fotografi
  11. Hár
  12. Ítróttur
  13. Landafrøði
  14. Lívfrøði
  15. Miðlakunnleiki
  16. Religión
  17. Russiskt
  18. Sálarfrøði
  19. Samfelagsfrøði
  20. Søga
  21. Spanskt
  22. Stjørnufrøði
  23. Støddfrøði
  24. Virkisbúskapur

Størvini kunnu verða sett sum føst størv, ársvikariat ella tímalærarastørv.

FØRLEIKAR

Sum umsøkjari skalt tú hava akademiskt kandidatsprógv, master ella aðra hægri útbúgving, sum ger teg føran fyri at undirvísa í einum ella fleiri lærugreinum á miðnámsstigi. Tað er ikki neyðugt at hava akademiska útbúgving hjá umsøkjarum til lærugreinarnar el, hár og dekoratión. Tú skalt eisini hava góðar telduførleikar og duga at arbeiða við kunningartøkni.

UMSØKJARAR

Vit sóknast eftir dugnaligum lærarum, sum kunnu kveikja áhugan hjá næmingunum at læra. Vit hugsa um undirvísaratoymið sum eina heild og ynskja, at tínir eginleikar og førleikar hugvekja og ríka samstarvið við starvsfelagarnar. Sum lærari á Glasi, hevur tú ein virknan lut í menningini av stovninum, fakunum og útbúgvingunum.

Tá mett verður um umsóknirnar verður hugt at:

  • formligum førleikum innan fakøki, námsfrøði og didaktik
  • persónligum eginleikum og førleikum
  • breiddini av undirvísingarførleikum
  • starvsroyndum
  • útbúgvingarbakgrund og -samanseting

SETANARVIÐURSKIFTI

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám (YF) og Fíggjarmálaráðið. Tó eru størvini sum undirvísarar í lærugreinunum Hár og El lønt eftir sáttmála millum Føroya Tekniska Lærarafelag (FTL) og Fíggjarmálaráðið.

SOLEIÐIS SØKIR TÚ

Umsóknir skulu skrivast í talgilda umsóknarskjalið á starv.glasir.fo. Hevur tú spurningar ber til at seta teg í samband við ein deildarleiðara við at senda teldupost til deildarleidarar@glasir.fo.

Freistin at søkja er 26. apríl 2019.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER