Lærlingur til handlar okkara
P/F HEY

 

Vit leita eftir einum dugnaligum og tænastuhugaðum handilslærlingi til ­handlar okkara í SMS og Saltangará.


Tínar uppgávur verða m.a. hesar:

  • Søla av telefonum
  • Søla og ráðgeving í samband við fartelefon og ­breiðbandshald
  • Møgulig ábyrgdarøkir, so sum innkeyp, goymsla e.a.
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

Vit vænta at tú:

  • Brennur fyri sølu
  • Hevur áhuga fyri fartelefonum og tøkni annars
  • Dugur væl at arbeiða sjálvstøðugt
  • Ert fleksibul og klárar at arbeiða ­skiftandi tíðir
  • Ert ágrýtin og hevur eitt væl skipað arbeiðslag
  • Hevur koyrikort
  • Hevur FHS ella HH

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi arbeiðspláss í rúkandi menning
  • Fjølbroyttar og spennandi arbeiðs­uppgávur
  • Skipaða upplæring
  • Starvsfólka ágóðar

Løn og setanartreytir:

Talan er um eitt lærupláss, ið verður lønt ­sambært læru­sáttmálanum.

Hevur tú spurningar til starvið, ber til at ringja til Sigurð J. Simonsen á telefon 50 20 47 ella á sjs@hey.fo. Umsókn við próvskjølum skal sendast okkum í seinasta lagið mikudagin 1. mai.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER