Paname Café søkir fólk at arbeiða í kaféini
SP/F SPIDERS FROM MARS

Paname Café er ein familjurikin kafé í søguligum hølum, sum leggur dent á kvalitetsmat og hugna.

Vit søkja blíð og arbeiðssom starvsfólk at arbeiða hjá okkum skjótast gjørligt – bæði vikuskifti og gerandisdagar.

Møguleiki er fyri fulla tíð ella parttíð.

Vit eru eitt lítið toymi, sum arbeiðir fyri at veita gestum okkara bestu tænastu.

Vit bjóða eitt hugnaligt arbeiðspláss við góðum starvsfeløgum og frálæru í at nýta kaffimaskinu og annars vanligt tænaraarbeiði.

Vit vænta at tú ert yvir 18 ár og at tú arbeiðir skjótt og effektivt.

Okkara gestir eru bæði føroyingar og fólk úr øllum heiminum, so tað er ein fyrimunur at duga fleiri mál.

Send umsókn, CV og møgulig viðmæli til paname@paname.fo, um hetta hevur tín áhuga.

Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at ringja til okkara á tlf. 788288. Starvið verður sett skjótast gjørligt!



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER