Sjúkrarøktarfrøðingur í farloyvisstarv til Sambýlið á Heygnum
NORÐOYA BÚ- OG HEIMATÆNASTA

Vit sóknast eftir

Sjúkrarøktarfrøðingi í farloyvisstarv á setanarbrøki 0,7, frá 1. mai 2019 til og við 30. apríl 2020. Talan er um  dagvaktir og arbeitt verður ikki í vikuskiftum.

Á Sambýlinum á Heygnum eru 16 pláss, 14 búpláss, og tvey pláss eru til samdøgursrehabilitering.

Høvuðsendamálið við starvinum er – í tøttum samstarvi við deildarleiðaran – at tryggja dygdargóða sjúkrarøkt við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka.

Førleikakrøv og karmar

Til starvið krevst útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur.

Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi. At tú ert fleksibul í mun til at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur og til famhaldandi at menna eina dygdargóða tænastu.

Vit kunnu bjóða tær eitt arbeiðspláss við góðum kørmum, spennandi fakligum avbjóðingum og góðari innleiðslu.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum FMR, KAF og FFS.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Sólgerð Vang, deildarleiðara, á tlf. +298 793410 ella við telduposti til solgerdv@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mikudagin 24. apríl 2019.

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER