Kantinufólk til Glasir
GLASIR

Vit søkja eftir einum royndum og arbeiðssomum køksfólki at arbeiða tríkvarta tíð - á leið seks tímar dagliga - í kantinukøkinum á Glasi.

1.500 lesandi og 250 starvsfólk hava sína dagligu gongd á Føroya størsta útbúgvingarstovni. Nógv veldst um matin og tað, at savnast um mat. Her kemur tú inn í myndina, tí vit leita eftir einum arbeiðssomum starvsfelaga, sum dugir og tímir at arbeiða í einum køki, har nógv er at gera.

FØRLEIKAR
Vit vænta, at tú er álítandi, smílandi, hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Best er, um tú hevur starvsroyndir í køki, men hetta er ikki ein treyt.

LØN OG TREYTIR
Vit hava úr at gera í køkinum á Glasi, so best er, um tú kanst byrja sum skjótast. Vit seta starvið skjótast til ber, men um tú er rætti persónurin, vit sóknast eftir, og ikki fær byrjað beinan vegin, so bíða vit eftir tær, um tað er neyðugt.

Starvið er tríkvara tíð. Arbeiðstíðin 6 tímar dagliga í dagtímunum, ella 30 tímar um vikuna. Tú vísir til Allan Hjaltalin, køksleiðara. Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag.

UPPLÝSINGAR OG UMSÓKN
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Allan Hjaltalin, køksleiðara á Glasi, á tlf. 78 66 72 ella skriva til alh@glasir.fo.

Umsókn við møguligum prógvi og/ella viðmæli skal í seinasta lagi 18. apríl 2019 sendast í telduposti til alh@glasir.fo.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER