Summarstørv hjá SEV
ELFELAGIÐ SEV

Nú summarfrítíðin nærkast, hevur SEV tørv á eldhugaðum lesandi og/ella skúlanæmingum til summarstørv á hesum deildum okkara kring landið:

Eysturoy

Eiði – arbeiðsfólk í juni og juli.

Á Eiði sóknast vit eftir fólki at arbeiða í fjøllunum, rudda, gera reint og annað fyrifallandi arbeiði. Tað er ein fyrimunur at hava koyrikort.

Norðstreymoy

Goymslan í Vestmanna – eitt arbeiðsfólk til tíðarskeiðið 10. juni – 12. juli.

Søkt verður eftir einum arbeiðsfólki til fyrifallandi goymsluarbeiði. Umsøkjarar skulu vera minst 16 ár.

Suðurstreymoy

Tórshavn – eitt starvsfólk til móttøkuna/skuldarbókhaldið frá 1. juni – 30. august.

Okkum tørvar ein persón, ið er fyrikomandi, tá viðskiftafólk okkara koma á gátt, ringja ella senda fyrispurningar umvegis teldupost. Viðkomandi skal eisini hjálpa til í skuldarbókhaldinum, sum er partur av móttøkuni.

Vit ímynda okkum, at viðkomandi er í holt við eina útbúgving innan t.d. roknskap.

Tórshavn – eitt hjálparfólk til menningardeildina frá 1. juli – 15. august.

Søkt verður eftir einum persóni, sum kann arbeiða sjálvstøðugt við forritinum Matlab, evt. ein sum er lesandi. Viðkomandi skal gera ymiskar útrokningar, simulera og viðgera data í Matlab.

Sundsverkið – tvey arbeiðsfólk í juli og august.

Sundsverkinum tørvar tvey ung fólk, sum eru minst 18 ár, til fyrifallandi uppgávur, eitt nú reingerð og rudding. Arbeiðið fer fram, har tað er skitið av olju o.ø. líknandi evnum.

Suðuroy

Rakstrarøkið Suðuroy – tvey arbeiðsfólk frá 1. juni – 10. august.

Søkt verður eftir tveimum arbeiðsfólkum til ymiskt viðlíkahald, so sum at mála. Ynskiligt er at umsøkjarar eru í minsta lagi 18 ár og hava koyrikort.

Talan er um ávísar uppgávur í avmarkað tíðarskeið. Tískil er umráðandi, at tú í umsóknini ger vart við, hvørjum starvi, tú ert áhugað/ur í.

Vit ímynda okkum, at tú ert ágrýtin, og at tú heldur spyr eina ferð ov nógv, heldur enn eina ferð ov lítið. Sjálvandi er tú arbeiðssom/arbeiðssamur og fer væl um. Eisini leggja vit dent á, at tú dugir væl at ansa eftir tær sjálvum og tínum starvsfelagum. Trygdin skal altíð vera fremst í huganum – hjá øllum starvsfólkum okkara.

Umsóknarfreistin er hósdagin, 18. apríl. Viðmerk “summarstarv” – og hvat starv talan er um.

Summarstørvini eru tímalønt eftir sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Umsóknin skal sendast til: starv@sev.fo

Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari

 

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 170 ársverk eru í starvi hjá elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, ið var stovnað 1. oktober 1946.

 

 

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER