P/F Frost søkir lærling
P/F FROST

Ert tú ágrýtin, hevur áræði, og hevur hug og hegni at arbeiða við handaligum arbeiði, so ert tú kanska tann, sum vit leita eftir.

P/F Frost søkir eftir einum lærlingi innan køliteknik, at byrja skjótast gjørligt.

P/F Frost er eitt virki, sum tænir bæði fiski- og alivinnuni, byggi- og flutningsvinnuni og tænastuvinnuni. Virksemið hjá P/F Frost fevnir um alt frá smærri umvælingum til veitan av heildarloysnum innan øll sløg av køli-, frysti- og klimaskipanum.

Førleikakrøv 

Vit vænta at umsøkjarin 

  • Er skipað(ur), sjálvstøðug(ur) og tekur ábyrgd 
  • Megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn 
  • Er opin, fyrikomandi og dugir væl at samskifta 
  • Hevur koyrikort til persónbil
  • Tað er ein fyrimunur um umsøkjarin hevur royndir frá handaligum arbeiði.
  • Fólkaskúlaprógv

Vit kunnu bjóða

  • Eitt spennandi arbeiðspláss í menning
  • Skipaða upplæring
  • Nógvar og fjølbroyttar uppgávur
  • Góðar arbeiðsumstøður

Lærutíðin er 4 ár. Skúlagongdin er 55 vikur í Danmark.

Løn

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Føroya handverksmeistaraf. og Føroya handverkarafelag.

Um umsøkjarin hevur royndir, verður lønin sambært avtalu.

Vilt tú vita meira, so ert tú vælkomin at spyrja okkum. Umsóknir og spurningar um læruplássini skulu sendast til frost@frost.fo. Tú kanst eisini spyrja teg fyri á tel. 311124.

Umsóknarfreist er 30.04.19



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER