Yvirtænari til Katrinu Christiansen
P/F HOTEL HAFNIA

Hotel Hafnia sóknast eftir yvirtænara at arbeiða í fastari vaktarskipan á sjarmerandi og søguligu matstovu okkara Katrinu Christiansen.

Vit bjóða

Vit hava eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleikan at menna teg fakliga. Vit vilja taka væl ímóti tær og tí fært góða upplæring. Tú verður partur av einum góðum toymi har tónin er óformellur og vit hugna okkum saman.

Uppgávur

Tú fær ábyrgd av at virka fyri at gestir okkara fáa tænastu á høgum støði og harumframt:

  • Skapa karmar og hava uppsýn við at gestir føla seg vælkomnar og fáa ásetta tænastustøðið
  • Tæna og vegleiða gestum okkara innan okkara matvøruskrá
  • Vegleiða tænarar og menna nýggjar mannagongdir
  • Viðgera klagur frá gestum hegnisliga og skjótast gjørligt
  • Halda alt gesta- og tænaraøki ruddiligt og hugnaligt

Tú kemur at hava nógvar ymsar uppgávur, og dagarnir verða skiftandi og spennandi.

Tín vangamynd

Vit sóknast eftir persónum sum hevur royndir innan yrkið og er tænastusinnaður, nærverandi, álítandi og hevur eitt ynski um at veita bestu tænastu til okkara gestir.

Setanartreytir

Tú fært løn sambært avtalu.

Umsókn

Tú søkir starvið við at senda ein teldupost til hr@hafnia.fo. Viðmerk teldupostin “Yvirtænari”.

Starvið verður sett 1.  mai 2019 ella eftir avtalu. Umsóknarfreistin er 24. Apríl 2019.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Magdalenu Mørk á tlf. 275931 ella teldupost mm@hafnia.fo

 

 

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER