Námsfrøðingur til Dr. Ingridar Meinigheitsbarnagarð
DROTNING INGRIDAR MEINIGHEITSBARNAG

Vit søkja eftir einum námsfrøðingi at arbeiða í einum av okkara barnagarðsstovum.  Talan er um eitt 30-35 tímar fast starv at byrja 01.05.19 ella eftir avtalu. Lesandi, ið fáa prógv í summar eru eisini vælkomin til at søkja. Um námsfrøðingur ikki søkir starvið, verður eitt hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Dr. Ingridar Meinigheitsbarnagarður er ein sjálvsognarstovnur. Vit hava tríggjar stovur: Bólið (vøggustova), Reiðrið og Látrið. Starvið, ið leyst er at søkja, er á Reiðrinum har 20 børn í aldrinum 3-6 ár ganga.

Vit kunnu bjóða:

  • Áhugavert og avbjóðandi starv
  • Rúm fyri nýhugsan og forvitni
  • Góðar og álítandi starvsfelagar
  • Ein eldri stovn, ið er í broyting
  • Eitt arbeiði mitt í býnum við hópum av møguleikum

Vit vanta, at tú:

  • Kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Kann taka ábyrgd
  • Hevur góðar førleikar at samstarva bæði við starvsfelagar, børn og foreldur.
  • Sær loysnir heldur enn forðingar
  • Áhuga/ur ið at menna teg fakliga

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Umsøkn saman við avriti av prógvi, møguligum viðmælum og royndum skulu sendast til drim@olivant.fo í seinasta lagi 24.04.19.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til stovnsleiðaran Beintu J. Danielsen á tlf. 212253.

 

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER