Starvsfólk til heimatænastuna 2019 í Eysturkommunu
NÁND-HEIMATÆNASTAN

Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, heilsuhjálpari ella ófaklærd/ur

Gleða vit okkum, at fáa eina umsókn frá tær.

Søkt verður eftir:

  • Røktarfólki -  Fast starv á  25 t.
  • Heilsurøktara - Barnsburðarfarloyvisstarv á 28 t. frá juni 2019 – August 2020
  • Sjúkrarøktarfrøðingum -  Feriuavloysari
  • Røktarfólki - Feriuavloysari
  • Bilførara til lítlan buss, gerandisdagar. – Avloysari frá 20.05.2019 – 12.07.2019

Arbeitt verður dag-, kvøld-  og  annað hvørt vikuskifti, í skiftandi vaktum.

Størvini vera sett  01. Juni 2019, ella eftir  nærri avtalu.

Dentur verður lagdur á:

  • Førleika, hegni og áhuga í at veita heimabúgvandi borgarum heilsu stimbran og røkt.
  • Góð tvørfaklig samstarvsevni
  • Evni og áhuga í at vera nýhugsandi
  • At vera jalig/ur og fleksibul

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt spennandi  arbeiðspláss
  • Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Gott tvørfakligt samstarv

Starvsetan og  løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Brynhild Restorff, deildarleiðara á Miðstøðini, á tlf. 730212.

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum,  verða viðgjørdar so hvørt, fram til 01.mai 2019.       
Umsóknir skulu sendast til Nánd- Oyran 2, 512 Norðragøta ella á teldupost: nand@eystur.fo

_____________________________________________________________________________

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m. , og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av eldraøkinum í kommununum. Samstarvið hevur heitið Nánd. Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýli, eitt dagtilhald fyri demens, og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt.   
Sí meira um Nánd á: www.eystur.fo undir “eldri”.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER