Tannrøktari til Barnatannrøktina
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Vit søkja tannrøktara til barnatannrøktina heima á Sandi og í Tórshavn, barnsburðaravloysara, 3 dagar um vikuna.


Søkt verður eftir avloysara fyri tannrøktara í barsil, at byrja frá hósdegnum 15. august 2019. Talan er um tveir arbeiðsdagar á Sandi og ein dag um vikuna á tannlæknastovuni í Tórsgøtu.

Barna- og ungdómstannrøktin í Tórshavnar kommunu umfatar gott 6.200 børn og ung í aldrinum 0-17 ár, herav eru tey 300 børnini á Sandoynni.
 

TANNRØKTIN FER FRAM Á FÝRA VIÐGERÐARSTOVUM:

Í Tórsgøtu, á Argjahamri, í Kollafirði og á Sandoyar Meginskúla.

Harumframt fer tannrættingin fram á tannlæknastovu á skúlanum við Løgmannabreyt.

Í barnatannrøktini starvast í løtuni 25 starvsfólk.


Vit hava talgildar journalir, TK2 og digitalt røntgen og Digora røntgenskipan.

Løn og setanarviðurskifti sambært sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Tannrøktarar verða løntir í lønarflokki 7.


Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Sigrid Arge, tannlæknastjóra,
telefon +298 302525 / t-postur sigrid@torshavn.fo

Umsókn og avrit av viðkomandi skjølum verða at senda til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 6. mai 2019 kl.12.00

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER