Summarferiuavloysarar til heimatænastuna 2019 í Eysturkommunu
NÁND-HEIMATÆNASTAN

Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, heilsuhjálpari ella ófaklærd/ur

Gleða vit okkum, at fáa eina umsókn frá tær.

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, er tað møguliga tær vit leita eftir.

Søkt verður eftir

Sjúkrarøktarfrøðingum og røktarfólki at arbeið í skiftandi vaktum , summarið  2019.  Arbeitt verður dag-, kvøld-  og  annað hvørt vikuskifti.

Størvini vera at byrja 01. Juni 2019.

Dentur verður lagdur á:

  • Førleika, hegni og áhuga í at veita heimabúgvandi borgarum heilsu stimbran og røkt.
  • Góð tvørfaklig samstarvsevni
  • Evni og áhuga í at vera kreativ og nýhugsandi í arbeiðinum
  • At vera jalig og fleksibul

Vit kunnu bjóða

  • Eitt spennandi  arbeiðspláss
  • Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Gott samstarv við onnur fakfólk

Starvsetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Brynhild Restorff, deildarleiðara á Miðstøðini, á tlf. 730212.

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum,  verða viðgjørdar loypandi fram til 01.mai 2019.       
Umsóknir skulu sendast til Nánd- Oyran 2, 512 Norðragøta ella á teldupost: nand@eystur.fo

_____________________________________________________________________________

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av eldraøkinum í kommununum. Samstarvið hevur heitið Nánd. Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýli, eitt dagtilhald fyri demens, og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt.   
Sí meira um Nánd á: www.eystur.fo undir “eldri”.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER