Søkt verður eftir einum røktarstarvsfólki til heimatænastuna
NÁND-HEIMATÆNASTAN

Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv frá juni 2019  til august 2020.

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Søkt verður eftir

  • Einum heima-/ heilsuhjálpara ella heilsurøktara at arbeiða  28 tímar um vikuna í miðal, mest í dagvaktum.. Starvið verður at byrja 01. juni  2019 ella skjótast møguligt.

Dentur verður lagdur á

  • Førleika, hegni og áhuga í at veita heimabúgvandi borgarum stuðul og hjálp til at megna sín gerandisdag
  • Evni og áhuga í at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
  • Góð tvørfaklig samtarvsevni
  • Evni og áhuga í at vera kreativ og nýhugsandi í arbeiðinum
  • Jaligheit og smidleika 

Vit kunnu bjóða

  • Eitt spennandi  arbeiðspláss
  • Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Gott samstarv við onnur fakfólk

Starvsetan og løn
Størvini verða sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg.  Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til  Brynhild Restorff, deildarleiðara á Miðstovuni, á tlf. 730212.

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 01.05.2019   

Umsóknirnar skulu sendast til: Nánd – Oyran 2,  510 Norðrargøta, ella á teldupost: nand@eystur.fo


_____________________________________________________________________________

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av eldraøkinum í kommununum. Samstarvið hevur heitið Nánd. Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýli, eitt dagtilhald fyri demens, og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt. Sí meira um Nánd Heimatænastuna á http://www.eysturkommuna.fo/nand/



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER