Rektari til Fróðskaparsetur Føroya
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA

Megnar tú at leiða gransking og útbúgving á altjóða stigi? Ganga á odda fyri 144 starvsfólkum, 1000 lesandi og 24 útbúgvingum?

Og stendur tú á sterkum akademiskum grundvølli?


Fróðskaparsetur Føroya søkir eftir rektara við drúgvum leiðsluroyndum og neyvum kunnleika til granskingar- og útbúgvingarøkið. Starvið er tíðaravmarkað til fimm ár.

Við tilvísing til stýrið fært tú leiðsluna á Fróðskaparsetrinum um hendi. Tú hevur ábyrgdina av at tryggja, at stovnurin veitir samfelagnum viðkomandi gransking og útbúgvingar á altjóða stigi. Harumframt verður tað tín uppgáva at ganga á odda í arbeiðinum at styrkja støðuna hjá Fróðskaparsetrinum sum leiðandi vitanardepil í Norðuratlantshavi.

FØRLEIKAR
Dentur verður lagdur á, at tú hevur eina sterka akademiska bakgrund, gjarna sum viðurkendur granskari. Tú hevur visjónir, hugsar strategiskt, dugir at gjøgnumføra ætlanir og eftirmeta tær. Tú hevur skjalfestar leiðsluroyndir, hollan kunnleika til granskingar- og útbúgvingarøkið og undirvísingarroyndir á hægri lærustovni. Eisini dugir tú framúr væl at samskifta og málbera teg, fyrst og fremst á føroyskum, norðurlendskum og enskum.

Stýrið fer í eini heildarmeting av umsøkjarunum eisini at leggja dent á hesi viðurskifti, tá starvið verður sett:

  • Tú skalt kenna altjóða krøv til universitetsútbúgvingar og hava førleika at menna samstarv við aðrar hægri lærustovnar.
  • Tú dugir at leggja fíggjarætlanir, lesa roknskapir og dugir væl at arbeiða við tølum.3
  • Tú ert álitisvekjandi og hevur høgan integritet og loyalitet.
  • Tú verjir granskingarfrælsið og vísindaliga siðalæru.
  • Tú dugir at finna fígging til granskingararbeiði og at samstarva við granskingarstovnar og vinnulív, bæði í føroyskumog altjóða høpi.
  • Tú megnar fyrisitingarliga handverkið til fulnar, hevur politiskt tev og dugir at virka í eini politiskari skipan.
  • Tú tekur hond um trupulleikar og avbjóðingar og torir at taka avgerðir – eisini tær ófjálgu.
  • Tú sært ymiskleika sum eina styrki og dugir at netverka og fremja tvørgangandi samstarv.

SETANARTREYTIR
Starvið verður lønt samsvarandi 39. lønarflokki í avtalu millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at
vera tænastumannastarv. Eftirlønin er 15%. Haraftrat er ein ikki-eftirlønargevandi viðbót fyri áramálssett starv.

UMSÓKN OG FREIST
Umsóknarfreistin er 1. mai 2019. Rektarin skal byrja í starvinum 1. september 2019, og starvið er tíðaravmarkað í fimm ár til 31. august 2024.
Nærri upplýsingar um starvið fært tú við at venda tær til Ólav Ellefsen, stýrisformann, Fróðskaparsetur Føroya, tel. 556600. Umsókn við útbúgvingarprógvum og øðrum viðkomandi skjølum skulu stílast Ólavi Ellefsen við telduposti til olavurellefsen@setur.fo. Fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði.


Fróðskaparsetur Føroya er lærdur háskúli og granskingardepil. Fróðskaparsetrið fremur undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er ein sjónligur og virkin leikari, ið leggur eina vísindaliga grund undir mentanarligt, samfelagsligt og vinnuligt virksemi. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til eina mentan, ið skapar samstarv, kritiskt orðaskifti og til forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.

Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini, har hetta er ásett í lógini.
Á Fróðskaparsetrinum eru 24 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og yvir 140 starvsfólk.
Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir seinastu árini fíggjaðar við uttanhýsis stuðli frá Granskingarráðnum, vinnulívinum og øðrum.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER