Arbeiðsfólk til Hvalbiar Kommunu:
HVALBIAR KOMMUNA

Hvalbiar Kommuna søkir eftir einum arbeiðsfólki at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðið verður skipað undir leiðslu av arbeiðsformanninum.

Arbeiðið umfatar:

  • Rottutýning sambært galdandi reglum
  • Gravara- og kirkjugarðsuppgávur
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

Førleikakrøv:

  • Hava góð samstarvsevni, fyrikomandi, røkin, vælskipað/ur, nærlagdur/løgd
  • Teldukunnleika á brúkarastøði
  • Opin fyri broytingum og skiftandi arbeiðstíðum
  • Hegni og áhuga fyri uttanduraarbeiði
  • Koyrikort til persónbil

Setanarviðurskifti:

Starvið er tímalønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Fleiri upplýsingar:

Meiri fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við formannin í Teknisku nevnd, Niels Olaf Eyvindsson á tlf. 231700.

Umsókn:

Skrivligar umsóknir við prógvum og viðmælum skulu vera Hvalbiar Kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 01. apríl 2019 kl. 12.00.

Hvalbiar Kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja ímillum innkomnu umsóknirnar ella onga at taka.

Hvalbiar Kommuna

Bíarvegur 2

850  Hvalba  -  tlf. 375033

T-post: hvalba@hvalba.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER