Býarverkfrøðingur til Runavíkar Kommunu
RUNAVÍKAR KOMMUNA

Høvuðsverkevni

  • Leiðsla á Teknisku deild
  • Ráðlegging og skipan av verkevnum deildarinnar
  • Fíggjarlig stýring og eftirlit við tekniska økinum
  • Luttøka í dagligum umsitingarligum uppgávum og politiskum nevndar- arbeiði v.m.
  • Málsviðgerð og ráðleggingararbeiði
  • Býar- og byggiráðlegging
  • Stýring av kommunalum viðlíkahalds- arbeiði
  • Projekteringsarbeiði og eftirlit
  • Uppmátingar-, kortleggingar- og skrásetingararbeiði

Førleikakrøv

  • Verkfrøðingur, arkitektur ella onnur viðkomandi útbúgving
  • Royndir í leiðslu, ráðlegging, fíggjar- stýring og fyriskipan
  • Vísjónir og framasøkni vegna kommunala myndugleikan
  • Tekniskan førleika í projekteringsarbeiði og stýring av byggiverkætlanum
  • Munnligan og skrivligan mál- førleika í føroyskum, norður- lendskum og enskum máli
  • Hollur telduførleiki viðvíkjandi skrivstovu- og tekniforritum

Vit sóknast eftir tekniskum fyristøðufólki, sum:

  • er opið og fyrikomandi
  • hevur evni at eggja og ganga undan
  • eigur evnini at virka í eini politiskari skipan

Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til borgarstjóran á telefon 23 70 15.

Umsókn, saman við avriti av prógvi og møguligum viðmæli/um og prógv/i/um, skal vera kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi hin 11. apríl 2019.

Søk starvið umvegis leinki: www.runavik.fo/Leys størv

Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum.
 

Runavíkar kommuna er ein kommuna í menning og broyting, har tú hevur møguleika at gera tína ávirkan galdandi. Runavíkar kommuna er triðstørsta kommuna í landinum og búgva uml. 4.060 fólk í teimum 15 bygdunum, sum hoyra til kommununa.

Á Teknisku deild, sum er eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, starvast 4 verkfrøðingar, 1 byggifrøðingur og 1 rakstrarleiðari, umframt leiðaran. Harumframt hava uml. 20 starvsfólk, umvegis rakstrarleiðaran, tilknýti til Teknisku deildina.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER