Skrivstovufólk/málsviðgeri
STUDNI

Eitt starv sum skrivstovufólk/málsviðgeri er leyst at søkja á Studna frá 1. juni 2019 ella skjótast gjørligt.

Starvið

Høvuðsuppgávurnar eru m.a.:

  • Umsiting av lestrarlánum
  • Telefon og avgreiðsla
  • Aðrar skrivstovuuppgávur

Førleikakrøv

Vit vænta okkum m.a. at umsøkjarin:

  • Hevur skrivstovuútbúgving ella bankaútbúgving
  • Er fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
  • Hevur førleika til at arbeiða sjálvstøðugt
  • Hevur góðar málsligar førleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum

Vit bjóða

  • Eitt spennandi og áhugavert starv við nógvum samskifti úteftir
  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi
  • Góðar starvsfelagar

Setanar- og lønartreytir

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Talan er um eitt ¾-tíðar starv.

Umsókn

Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til:

Studna

Hoydalsvegur 1

Postrúm 1345

110 Tórshavn

ella t-post umsokn@studni.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 1. apríl. Starvið verður sett 1. juni 2019 ella eftir nærri avtalu.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Jørgen Meitilberg, leiðara á Studna, á telefon 555080.

Studni er fyrisitingarlig eind í Undirvísingarstýrinum. Undirvísingarstýrið tekur sær av øllum fyrisitingarligum rakstraruppgávum í undirvísingarverkinum. Undirvísingarstýrið er í eini uppbyggingargongd, og tú mást tola møguligar broytingar í starvinum.

 

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER