Sunset Boulevard í SMS søkir eftir einum skiftisleiðara.
P/F DVØLJAN

Ert tú okkara nýggi skiftisleiðari ?

Sunset Boulevard liggur mitt í hjartanum hjá SMS. Tú fært møguleika at verða við í okkara framhaldandi menning, saman við einum dugnaligum starvsfólkahópi. Uppgávurnar hjá einum skiftisleiðara eru mangt annað at fáa daglig dagin at koyra skjótt og gott.

Arbeiðsvikan eitur 5-2

Líka vika: Mikudag og Hósdag kl. 12.00-22.00

Ólíka vika: Týsdag, Fríggjadag, Leygardag og Sunnudag kl. 12.00-22.00

Sum skiftisleiðari skalt tú verða álítandi, ábyrgdarfull/ur og ein fyrimynd, og kann byrja skjótast gjørligt.  Líknandi arbeiðsroyndir eru ein fyrimunur.

Um hetta hevur tín áhuga, kanst tú senda umsókn á teldupostadressuna sally@sms.fo

Løn verður sambært avtalu.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER