Fornfrøðingur til Fornfrøðideildina á Tjóðsavninum.
TJÓÐSAVNIÐ

Tjóðsavnið søkir eftir fornfrøðingi til Fornfrøðideildina at seta í starv 1. juni 2019. Talan er um parttíðarstarv við brøkinum 3/5, sum møguliga kann blíva eitt fulltíðarstarv.

Fornfrøðideildin lýsir gerandislív og mentan føroyinga, frá landnámi og upp í nýggja tíð, út frá fornminnum á landi og á havbotninum. Ábyrgdarøki er at fyrireika og standa fyri útgrevstri og uppmáting av toftum og fornum búplássum í Føroyum, at skráseta og kortleggja jarðfest fornminni og søgulig lendir og at hava eftirlit við fornminnum. Eisini er uppgávan at savna, skráseta, granska og miðla fornlutir. Harumframt viðger Fornfrøðideildin friðingar- og byggimál í sambandi við mentanarminni og jarðfest fornminni á landi og í sjónum og ger tilmæli til Fornminnisnevndina í friðingarmálum.

Tann ið settur verður, skal loysa uppgávur í fornfrøðitoyminum eftir ávísing frá leiðaranum á Fornfrøðideildini. Týðandi partur av arbeiðinum er at taka sær av fornfrøðiligum myndugleikauppgávum í sambandi við útbyggingar hjá landi, kommunum og øðrum, har fornminni møguliga eru. Arbeiðið inniber eisini at brúka nýggja tøkni í sambandi við uppmátingar og rannsóknir, t.d. GPS, totalstatión, dronu og georadara, umframt eftirviðgerð av uppmátingardátum í telduforritum sum ArcGIS og Agisoft.

Uppgávur

Høvuðsuppgávurnar hjá fornfrøðinginum eru:

  • antikvarisk málsviðgerð í sambandi við jarðfest fornminni og fornminni í sjónum
  • samskifti við byggiharrar, arbeiðstakarar, byggimyndugleikar og  aðrar myndugleikar
  • gera tilmæli
  • fornfrøðiligir útgrevstrar
  • eftirviðgerð og frágreiðingar
  • lendisskráseting
  • gripaskráseting
  • framsýningararbeiði
  • miðlan av fornfrøði

Førleikar

Vit vænta, at tú hevur:

  • útbúgving í fornfrøði
  • tekniskar førleikar
  • miðlanarevni
  • samstarvsevni

at tú ert:

  • ágrýtin
  • álitisvekjandi
  • tænastusinnað/ur og

at tú dugir at orða teg á føroyskum, norðurlendskum og enskum

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið.

Vit kunnu bjóða

Eitt sera fjøltáttað, spennandi og avbjóðandi starv.  Tann ið settur verður, skal kunna arbeiða í toymi við bundnum uppgávum, men eisini sjálvstøðugt við egnum hugskotum.

Fleiri upplýsingar

Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Helga D. Michelsen, leiðara á Fornfrøðideildini, tlf. 790553 ella helgim@savn.fo, fyri at fáa meira at vita um starvið.

Umsóknir

Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til:

Tjóðsavnið

Kúrdalsvegur 15

Postrúm 1155

110 Tórshavn, ella sum PDF-skjal til savn@savn.fo

Umsóknir skulu vera Tjóðsavninum í hendi í seinasta lagi mánadagin 8. apríl 2019.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER