Vit sóknast eftir tveimum føstum starvsfólkum til Føroya Fólkaháskúla
FØROYA FÓLKAHÁSKÚLI

Okkum tørvar eitt starvsfólk til skrivstovuna á 30 tímar/vikuna og ein háskúlalærara á 20 tímar/vikuna.

Skrivstovustarvið ið verður sett frá 1. mai 2019, snýr seg um:

Samskifti inneftir við stjóra og starvsfólk, skrá fyri skeið og annað virksemi, vitjanir, fundir, o.a.

Samskifti úteftir við næmingar og viðskiftafólk, eisini umvegis telefon og teldupost.

Saman við øðrum røkir tú eisini heimasíðu skúlans og samskifti á sosialum miðlum.

Bókhaldsarbeiði er ein týdningarmikil partur av starvinum. Harafturat koma ymiskar aðrar uppgávur í sambandi við fyrireiking av skeiðum og tiltøkum. Í samráð við starvsfólkið kunnu einstakar undirvísingaruppgávur eisini leggjast afturat starvinum.

Vit vænta:

  • At tú bæði dugir at arbeiða sjálvstøðugt, og at tær dámar væl at arbeiða í tøttum samstarvi við onnur
  • At tú ert fyrikomandi, sosial/ur og tolsom/tolsamur
  • At tú ert lagalig/ur viðvíkjandi arbeiðstíðini í tíðarskeiðum, tá nógv er at gera
  • At tú dugir at brúka vanlig forrit so sum excel og word. Harafturat gmail, facebook og instagram. Kunnleiki til heimasíðuumsiting á wix er ein fyrimunur.
  • At tú hevur bókhaldsførleikar og/ella drúgvar royndir við bókhaldsarbeiði.
  • At tú hevur góðar mál-førleikar, bæði í skrift og talu.

Háskúlalærarastarvið, ið verður sett frá 1.mai 2019, snýr seg fyrst og fremst um undirvísing í teimum skapandi/handverksligu fakunum. Harafturat krevur hetta starv eisini praktiskt arbeiði í sambandi við fyrireiking av skeiðum og øðrum virksemi hjá Føroya Fólkaháskúla, eitt nú fyrilestrar, kvøldsetur, marknaðardagar, o.t. Roknast skal við nøkrum køksvaktum, kvøld- og vikuskiftistvaktum og styttri námsferðum.

Vit vænta:

  • At tú hevur skapandi evni, gott hugflog og stuttlig hugskot fyri skeiðsvirksemi hjá Háskúlanum
  • At tú ert ágrýtin, og hevur eina fjølbroytta tilgongd til spennandi og mennandi undirvísing
  • At tú hevur ein frískan hugburð til at arbeiða við næmingum í øllum aldri og av øllum slag.
  • At tú ert sosial/ur og tolsom/tolsamur, og at tú á lívligan og litríkan hátt kanst veita næmingunum bæði hollan lærdóm og ógloymandi upplivingar
  • At tú hevur jaligan hugburð til skiftandi uppgávur og arbeiðstíðir
  • At tú bæði megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í gevandi samstarvi við allan starvsfólkahópin.

Á Føroya Fólkaháskúla kunnu vit bjóða tykkum:                                                                                   

  • Áhugaverd størv í einum fríum og fjølbroyttum háskúlaumhvørvi
  • Spennandi samstarvsmøguleikar við einum hópi av skapandi fólki
  • Møguleika fyri fjølbroyttari menning, bæði fakliga og persónliga
  • Góða ávirkan á tykkara egna gerandisdag og arbeiði

Størvini verða sett eftir eina heildarmeting. Umsøkjarar við fjølbroyttum førleikum hava sjálvsagdan fyrimun. Størvini verða lønt sambært avtalu, við atliti til útbúgving og førleikar.

Sendið umsókn saman vid lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum til stjórnarforkvinnu, Turið Sigurðardóttur: Turids@setur.fo . Freistin at søkja er mánadag 1.apríl 2019.

Meira kunning um størvini fæst frá háskúlastjóranum, á annfinnur@haskulin.fo .



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER