Bitin og Suppugarðurin leita eftir starvsfólki
P/F GIST & VIST

Bitin og Suppugarðurin lata upp í Niels Finsens gøtu 12 síðst í mars.

Kvinnurnar handan nýggju matarstøðini, Anja og Súsanna, eru í gongd við at manna eitt frálíkt starvsfólkatoymi - og enn mangla nakrar hendur! So um tú kundi hugsað tær at arbeitt sum køkshjálpari, tænari ella barrtænari í nýggjum, lekrum hølum í pulserandi knútapunktinum í býnum, so er at søkja starv í Bitanum og Suppugarðinum.

UM BITAN
Breyðbitin, døgurðabitin, køkubitin - tað er hugnaligt og sosialt. Vit savnast og fáa okkum ein bita saman. Á matarlepanum í Bitanum eru leskilig, nýhugsað smyrjibreyð, heitar tartelettir og salatir. Harafturat kanst tú eisini keypa ein ostatallerk, ein sildatallerk og 20 ymisk sløg av snapsi.

UM SUPPUGARÐIN
Suppugarðurin hevur útgangsstøði í japansku suppuni Ramen. Ramen er ein lekkur, mettandi suppa við nudlum, grønmeti og kjøti í. Afturvið suppuni kanst tú njóta eina kalda japanska sodavatn ella ein leskiligan drykk úr gin-barrini. Send eina umsókn til anjajohansen@hotmail.com



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER