Kokkar, kokkalærlingar, køkshjálp og tænarar til Skeiva Pakkhús
P/F GIST & VIST

Skeiva Pakkhús leitar eftir kokkum, kokkalærlingur, køkshjálp og tænarum at byrja, tá ið matstovan letur upp um stutta tíð. Á matskránni hjá Skeiva Pakkhúsi verður heimagjørt pasta, risotto, burrata, antipasto og aðrir eyðkendir italskir rættir.

So um tú hevur áhugað fyri italskum mati og víni, og tú kundi hugsað tær at arbeitt í snøggum og fjálgum hølum við útsýni yvir Vestaru Vág, so er at senda eina umsókn avstað til henry@skeivapakkhus.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER