Starvsfólk til Dagstovnin í Løkjatúni
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin í Løkjatúni eftir námsfrøðingum og/ella hjálparfólkum at arbeiða í okkara sertoymi. Størvini byrja 1. apríl og 15. apríl 2019 ella nærri avtalu.

VIT SØKJA EFTIR:

• 

einum námsfrøðingi til vøggustovu 35 tímar um vikuna

einum hjálparfólki til vøggustovu 30 tímar um vikuna

einum námsfrøðingi / hjálparfólki at arbeiða í sertoyminum 10 tímar
um vikuna fram til 12. juli 2019

Um námsfrøðingar ikki søkja, so verða hjálparfólk sett í 1 ár fram.

Okkum tørvar fólk, sum vilja arbeiða samsvarandi okkara virðisgrundarlagi og námsætlan, sum eru áhugað í at arbeiða við verkætlanum og at skapa eitt mennandi læringsumhvørvi fyri børnini.

VIT VANTA AT SØKJARAR:

• 

hava jaliga menniskjaáskoðan

dáma at vera saman við børnum

hava góðar samstarvsførleikar

duga at vera reflekterandi yvir egnan praksis

eru áhugaðir í fakligari menning

kunnu arbeiða sjálvstøðugt, taka ábyrgd og avgerðir, og samstundis
megna at varðveita yvirlitið, tá á stendur

VIT KUNNU BJÓÐA EITT STARV HAR:

• 

tú hevur møguleika at ávirka tín egna arbeiðsdag

tú kemur at vera partur av einum toymi og arbeiða skiftandi vaktir

vit kunnu bjóða tær eitt fakligt kveikjandi umhvørvi


 

eitt umhvørvi, sum er grundað á okkara virðisgrundarlag: virðing,
viðurkenning og javnvirði

Hevur tú hug til at vera við til at geva børnunum í Løkjatúni eitt spennandi og avbjóðandi læruumhvørvi, so send okkum eina umsókn!

SETANARVIÐURSKIFTI

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 25. mars 2019.

Seturnarsamrøður vera í viku 13

Meira fæst at vita um starvið við at vitja heimasíðuna www.lokjatun.fo, ella við at venda sær til Sigrun. D. Magnussen, stovnsleiðara, telefon 214227, sigrunma@torshavn.fo

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER