Handilslærling til SPORT 24 í Klaksvík
SP/F SPORT 24 FØROYAR

SPORT 24 í Klaksvík sóknast eftir einum lærlingi, at byrja skjótast gjørligt. Lærlingurin verður útlærdur innan handil við sergrein. Talan er um eitt 40 tímar starv við møguleika fyri fleiri tímum. Lærutíðin veldst um hvørja miðnámsútbúgvin tú hevur.

Vit sóknast eftir einum lærlingi, sum...

  • Er fyrikomandi, smílandi og røkin
  • Er áhugaður í at selja og geva kundanum eina góða uppliving
  • Er fleksibul í samband við arbeiðsuppgávur og arbeiðstíðir (viðvíkjandi arbeiðstíðum verður dentur lagdur á, at arbeiði eisini fevnir um leygardagar)
  • Kann starvst sjálvstøðugt eins og í toymi
  • Hevur eina miðnámsútbúgving. Fyrimunur er, um tú hevur FHS ella HH. Um tú hevur aðra miðnámsútbúgving ert tú vælkomin at søkja, men tá krevst at tú skalt taka einkult fak á Handilsskúlanum
  • Hevur møguleikan at fara til Danmarkar á skúla fýra ferðir, tvær vikur í senn, í lærutíðini

Lærutíð
Um tú hevur FHS-prógv er lærutíðin 3 ár, við HH-prógv er lærutíðin 2 ár og um tú hevur HF- ella studentsprógv er lærutíðin 2,5 ár.  

Umsókn
Umsókn og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast umvegis teldupost til hp@sport24.fo - Umsóknarfreistin er 31. mars 2019.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hans Paula umvegis teldupost ella á tlf. 217557.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER