Starvsfólk til Reyðleyk
SP/F 6. NOVEMBUR 2018

Dámar tær væl eina góða pitsa?

 

Kundi tú hugsa tær at lært at gjørt bestu pitsur og burgarar í Føroyum og fingið løn samstundis?

 

So er tað møguliga tær vit leita eftir til eitt fulltíðarstarv í Reyðleyk.

 

Um teg:

- Tú ert 18+

- Dámar at fáast við mat

- Forvitin eftir at læra meira um mat

- Ágrýtin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt

- Einki í móti at arbeiða skiftandi tíðir

 

Um okkum:

- Vit eru nýggjasta skundverðu staðið í býnum

- Vit leggja dent á at gera góðskuskundverður

- Vit eru eitt ungt og fresh toymi, sum dámar at hava tað stuttligt, eisini tá nógv er at gera

 

Arbeiðstíðin liggur millum kl. 16-23 allar dagar í vikuni.

 

Løn sambært avtalu.

 

Ring og hoyr nærri á tlf: 599969 ella skriva á amine@reydleyk.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER