Ert tú okkara nýggja goymslufólk?
SP/F A4

Vegna økt virksemi søkir Sp/f A4 eftir goymslufólki. Starvið er umleið 16 tímar um vikuna. Tímatal og arbeiðistíðir verða ásettt í samráð við arbeiðisgevaran.

Arbeiðið fevnir um:

  • Goymsluarbeiði
  • Vørumóttøku
  • Avgreiða bílegginar
  • Uppfylling hjá kundum

Hóast goymsluarbeiði fer fram á goymsluni og úti hjá kundanum, fert tú at hava tætt samstarv við bæði sølulið og skrivstovufólk í ymsum viðurskiftum.

Hvat vænta vit av tær?

  • At tú klárar at arbeiða sjálvstøðugt
  • Klárar at hava nógvar bóltar í luftini í senn
  • At tú ert jalig/ur á starvsplássinum og ert løtt/lættur at samstarva við
  • At tú gongur høgt upp í at halda struktur og skil á goymsluni
  • At tú ert yvir 18 ár
  • Krav: koyrikort

Royndir innan øki er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Um okkum
Sp/f A4 er ein føroysk heilsøla ið selur hágóðsku vørur til vinnuna. Eitt nú amboð, stál, útgerð, handskar og annað.

Vit halda til á Argjum.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Dávid Isaksen, stjóra, á tlf. +298 22 02 04 ella við at senda mail til bar@a4.fo.

Send tína umsókn við CV til Bjartu á Rógvi, samskipara, á bar@a4.fo.

Umsóknarfreistin er 1. april kl 24.00.

Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði. Vit gleða okkum at hoyra frá tær.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER