Rúsdrekkasølan søkir eftir leiðara til handilin í Havn
RÚSDREKKASØLA LANDSINS

Til handil okkara í Havn søkja vit eftir leiðara at seta skjótast gjørligt.
Í handlinum starvast millum 10 og 18 starvsfólk, harav 2 lærlingar.
Handilin stendur fyri útivið helminginum av søluni hjá Rúsdrekkasøluni í Føroyum og er tí ein umráðandi táttur í virkseminum. 

Viðkomandi, ið settur verður, skal standa fyri leiðsluni av handlinum í Havn, herundir fíggjarstýring, sølu og starvsfólkaleiðslu.
Í sambandi við at Rúsdrekkasølan setur fokus á at menna tænastuveitingar sínar, skal viðkomandi duga at standa á odda fyri hesi menning á sínum starvsøki.

Umframt dagligu leiðsluna fevnir arbeiðið eisini um tvørgangandi arbeiðsuppgávur, leypandi ad hoc uppgávur, íverkseting og verkætlanarleiðslu.
Arbeiðsuppgávan er breið og fjølbroytt, og tí er neyðugt við góðari stýring og fokusering. 

Faklig førleikakrøv
Viðkomandi royndir innan:

  • Leiðslu
  • Tænastu '
  • Fíggjarstýring
  • Sølu og/ella innkeyp av rúsdrekka
  • Persónligir førleikar
  • Menningarsøkin
  • Góð tænastuevni
  • Nýskapandi og skipað arbeiðslag
  • Fíggjarliga røkin
  • Góð leiðslu-, samskiftis- og samstarvsevni
  • Dugnaligur sparringspartnari (coaching)

Setanartreytir
Setanartreytirnar eru sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 8.

Umsóknir Skrivligar umsóknir við CV og avritum av prógvum um førleikakrøv og møguligum viðmælum skulu vera Rúsdrekkasølu Landsins í hendi í seinasta lagi 25. februar 2019.

Umsóknir skulu sendast til Rúsdrekkasølu Landsins, Skálatrøð 14, FO 100 Tórshavn, ella á kmj@rusan.fo. Vilt tú vita meira um starvið, vinarliga set teg í samband við Guðrið Ellefsen, sølu- og tænastuleiðara, á 340410 ella á gudrid@rusan.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER