Summarfrítíðaravloysarar til Heilsu- og umsorganartænastuna
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Bankar títt hjarta fyri heilsu- og umsorgan, so er summarið eitt gott høvi at royna teg á eldraøkinum.

Vit søkja avloysarar við áhuga og hegni at skapa góð og virðilig kor til tey eldru.

Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsið og tvær eindir við búplássum, umframt umlættingar- og samdøgurðsrehabiliteringsplássum. Søkt verður eftir avloysarum til øll økini í tíðarskeiðinum 1. juni til 31. august 2019. Tekur tú heilsufakliga útbúgving frætta vit eisini fegin frá tær.

RØKTARSTARVSFÓLK
Okkum tørvar sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar til:

Heilsuhúsið: Heimatænastuna, heimasjúkrarøktarfrøðingar, Dagtilhald fyri minnisveik, Umlættingarheimið og Sambýlið í Kollafirði.

Búeindirnar: Boðanesheimið, Tjarnargarður, Lágargarður, Ellisheimið, Vallalíð, Sambýlið oman Hoydalar og Sambýlið oman Mattalág.

Arbeiðið fevnir um heilsufremjan, fyribyrging og røkt og rehabilitering. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum.

REINGERÐARFÓLK
Til heimini verður søkt eftir fólki at gera reint á búeindunum og eftir fólki til vaskaríið á Boðanesheiminum, Lágargarði og á Ellisheiminum. Arbeiðið er í dagtímunum gerandisdagar.

STARVSFÓLK TIL KØKIN
Til køkarnar á Lágargarði, Boðanesheiminum, Tjarnargarði og á Ellisheiminum verður søkt eftir køksrøktarstarvsfólki. Arbeiðið er í dagtímunum gerandisdagar og í vikuskiftunum.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Um tú ynskir at vita meira um størvini, ert tú vælkomin at at seta teg í samband Astu Marjunardóttir á telefon 226119, astam@torshavn.fo ella við at venda tær til Heilsu- og umsorganartænastuna, telefon 302000 ella tpost heilsuhusid@torshavn.fo

UMSÓKN
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 28. februar 2019. Um ynski er um ávísa búeind / stað, verður tað at tilskila í umsóknini.

Umsóknin, merkt „Summarfrítíðaravloysari røkt“, „Summarfrítíðaravloysari reingerð“ ella „Summarfrítíðaravloysari køkur“, skal sendast til torshavn@torshavn.fo

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER