Móttøkufólk til Norrönu
P/F SMYRIL-LINE

Talan er um fyribils tíðaravmarkað starv, frá fyrst í apríl til seinast í oktobur, men við møguleika fyri at leingja setanina. Tú kemur at hava flest vikuskiftistúrar, men eisini onkrar túrar mitt í viku og kemur at starvast 10 tímar um dagin.

Móttøkan er miðstøðin á okkara rullandi hotelli. Við pláss fyri 1400 ferðandi hava vit úr at gera og tí tørvar okkum starvsfólk, sum hava hug at verða partur av einum dagligdegi, ið veitir okkara ferðandi eina serstaka og persónliga tænastu.

 

Tín vangamynd

  • Fyrikomandi og hevur lætt at fella í prát við øll fólk
  • Ert tænastusinnað/ur í samskiftinum við okkara gestir og megnar at varðveita yvirlit og hjálpa gestum okkara, hóast nógv er at gera
  • Vísur áræði við m.a. at hugsa loysnir í ymiskum støðum, sum kunnu koma fyri og tú hevur lætt við at bjóða tína hjálp og vitan fram
  • Dugur vanligt teldubruk og vanlig teldu forrit
  • Dugur at samskifta á norðurlendskum máli, enskum og týskum

Tú kemur at hava nógv samskifti við tínar starvsfelagar, so týdningarmikið er at tú trívist at arbeiða í einum toymi.

Vit bjóða
Eitt framsøkið arbeiðspláss, har møguleiki er at menna teg og uppliva lívið umborð á einum ferðamannaskipi í altjóða umhvørvi. M.a. bjóða vit týskt undirvísing umborð. Harumframt bjóða vit góðar fyrimunir í øllum sølustøðunum í samtaki okkara.

Setanartreytir
Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Farmaskip.

Freist at søkja
Freistin at søkja er 3. Marts 2019. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið við at senda tína umsókn til starv@smyrilline.fo. Vinaliga viðmerk ”Móttøkufólk til Norrönu” í evnisteigin.

Hevur tú spurningar til starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ruth í Nesinum og Rannvu Joensen, móttøkuleiðarar, á receptionmanager@norrona.fo.

 

Um Smyril Line
Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, nevniliga Nornu. Harumframt eru cargoskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og fraktfyritøkan OCD. Eisini hevur Smyril Line yvirtikið Hotel Hafnia, rekur Hotel Skálavík og er í holt við at byggja hotel Brandan við Oknarvegin.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER