Kokkalærlingur til Norröna
P/F SMYRIL-LINE

Dámar tær væl at royna teg fram í køkinum og vilt tú læra? Nú hevur tú møguleika at taka eina kokkalærlingaútbúgving á okkara ferðamannaskipi Norröna, við byrjan skjótast til ber.

Vit bjóða

Títt arbeiðspláss verður í okkara livandi køki umborð á Norrönu. Tú verður partur av einum toymi á 4 lærlingum og 14 øðrum kokkum, føðsluatstøðingum og kokkahjálparum. Sum lærutíðin líður, fært tú meira ábyrgd og sleppur at royna teg á ymisku matstovum okkara.

Tínar uppgávur verða matgerð og borðreiðing í:

  • The Diner, ið bjóðar ymiskan døgurðmat
  • Vælvitjaðu morgunmatar- og døgurða buffet okkara
  • Simmer Dim, okkara gourmet matstova umborð

Tú verður okkara umboð mótvegis gestunum, tá ið tað kemur til at borðreiða, fylla upp og kunna gestunum um matin. Líka sum tínir starvsfelagir, verður tú eisini við til at halda køkin reinan.

Tín vangamynd

  • Tað er ein fyrimunur, men tó ikki eitt krav, at tú hevur grundskeið
  • Tær dámar at royna teg fram í køkinum
  • Tú tímur at arbeiða saman við 90-100 góðum starvsfelagum umborð í 4 vikur hvørjaferð

Setanartreytir

Lærlingasáttmáli sambært felags sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Farmaskip.

Freist at søkja

Freistin at søkja er 3. marts 2019. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið við at senda umsókn v. møguligum prógvi til starv@smyrilline.fo. Vinaliga viðmerk ”Kokkalærlingur til Norrönu” í evnisteigin.

Hevur tú spurningar til starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Janus Einar Sørensen, Executive Chef Manager, á tlf. 235919 ella teldupost jebs@smyrilline.fo

Smyril Line eigur størsta ferðamannaskipið í Norðuratlantshavi, nevniliga Norrönu. Harumframt eru cargoskipini Eystnes, Hvítanes og Mykines. Smyril Line hevur skrivstovur í Føroyum, Danmark, Ísland og Týskland. Smyril Line eigur og rekur eisini Hotel Hafnia og Hotel Skálavík, og er í holt við at byggja nýtt hotel við Oknarvegin í Tórshavn.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER