Deildarleiðari til Traðarlon á Boðanesheiminum
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Er tú tann vit sóknast eftir?

Ynskir tú at standa á odda og verða við til at mynda eina spennandi røktardeild í Heilsu- og umsorganartænastuni? So er møguleikin kanska her. 

Deildarleiðarastarv til Traðarlon á Boðanesheiminum er leyst at søkja. Starvsbyrjan er 1. apríl 2019 ella eftir avtalu. Deildarleiðarin vísir til eindarleiðaran. 

Traðarlon er ein av trimum búeindum á Boðanesheiminum, har 24 húsfólk búgva. Á deildini kemur tú at verða í miðdeplinum at samskipa og samskapa rammur fyri einum gerandisdegi, sum er merktur av tryggum og heimligum umhvørvi. Afturat tí hevur tú ábyrgd av einum starvsliðið, ið fakliga veitir dygdargóða røkt og umsorgan, stimbrar til heilsufremjan, fyribyrging og rehabilitering í einum virknum gerandisdegi. 

Vit ynskja ein deildarleiðara sum hevur áræði, tekur initiativ og virkar fyri áhaldandi menning, fakligari dygd og trygd á deildini. Einum deildarleiðara sum megnar at varðveita yvirlitið og at raðfesta í dagligdegnum, og virkar fyri góðum arbeiðaumhvørvi. 

 

FØRLEIKAR

  • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstøði
  • royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur og royndir innan leiðslu 
  • góð samskiftis- og samstarvsevni 
  • aktiva og jaliga tilgongd til fakliga menning
  • nýhugsandi og broytingarsinnað/ur og hava visiónir
  • góður telduførleiki
  • at miðla vitan skrivliga eins væl og munnliga

VIT KUNNU BJÓÐA

  • felags innleiðslu í Heilsu- og umsorganartænastuni, umframt einstaklinga innleiðslu á deildini
  • eitt mennandi, spennandi og avbjóðandi starv
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar

Kennir tú teg aftur í hesum, drála so ikki við at senda okkum tína umsókn! 

LØN- OG SETANARTREYTIR
Sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Astu Marjunardóttir, eindarleiðara, telefon 302000, ella á teldupost astam@torshavn.fo

Umsókn við lívsrensl (CV) saman við viðkomandi skjølum, skal sendast til torshavn@torshavn.fo. Merkið umsóknina „Deildarleiðari Traðarlon”.

Umsóknarfreistin er 25. februar 2019 kl. 12.00.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER