Arbeiðsfólk Søkt verður eftir einum arbeiðsfólki til Vestmanna Kommunu
VESTMANNA KOMMUNA

Søkt verður eftir einum arbeiðsfólki til Vestmanna Kommunu at byrja skjótast til ber ella sambært avtalu.

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.:

  • at arbeiða í toymi, sum tekur sær av dagliga viðlíkahaldinum og nýgerðum í bygdini
  • kavagrevstur og salting

Ynskiligt er, at arbeiðsfólkið:

  • hevur stóra koyrikortið
  • hevur kranaprógv
  • hevur førleika at koyra maskinur
  • hevur handverkaraútbúgving s.s. maskinsmiður

Arbeiðsfólkið kemur at arbeiða í toymi og skal tí hava góð samstarvsevni.

Tilvísing er til arbeiðsformannin.

Talan er um fulltíðarstarv og lønin verður sambært sáttmála ímillum Kommunala Arbeiðpsgevarafelag Føroya og Føroya Arbeiðarafelag ella avvarðandi fakfelag.

Meira fæst at vita um starvið við at ringja til teknisku deild, tlf. 770105.

Umsóknir skulu vera Vestmanna Kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 1. mars 2019 kl. 12.

Vestmanna Kommuna

Bakkavegur 8

Postboks 91

355  Vestmanna
ella vestmanna@vestmanna.fo

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER