Starvsfólk til Tax Free Handilin umborð á Norrönu
P/F SMYRIL-LINE

Vit sóknast eftir starvsfólki til tax free handilin umborð á Norrönu. Talan er um tvey størv og bæði størvini eru fyribils tíðaravmarkaði.

Tað eina starvið er fyribils tíðaravmarkað frá fyrst í februar til seinast í oktobur, men við møguleika at leingja starvssetanina. Tú kemur at arbeiða longri túrar á 4 vikur umborð, stytri túrar- og vikuskiftistúrar.

Hitt starvið er tíðaravmarkað frá í apríl til byrjanini av oktobur og við møguleika at leingja starvssetanina. Tú kemur serliga at sigla vikuskiftistúrar í vár og heyst, men eisini longri og stytri túrar í summar.

Tú siglur 1:1, ið merkir at hevur tú verið 4 vikur umborð, so fært tú eisini løn í 4 vikur heima.

Uppgávur

  • Søla av ymiskum vørum og ráðgeva/hjálpa kundum okkara, so tey fara nøgd avstað
  • Móttaka og skráseta vørur og syrgja fyri at handilin altíð er snøggur
  • Tryggja at handilin leypandi verður fylldur upp við neyðugari vøru
  • Upprudding

Er tað tær vit leita eftir?

  • Tú hevur helst royndir innan sølu/handil og hevur lætt at fella í prát við fólk
  • Tín jaligheit er smittandi á tey rundan um teg og er við til at seta dám á felagsskapin
  • Tær dámar at arbeiða í einum livandi umhvørvi og virðir at skapa góða tænastu til okkara ferðandi
  • Tú ert greið/ur yvir at tú kemur at búgva umborð á skipinum hvønn túrin, í kamar saman við einum starvsfelaga
  • Tú kemur at arbeiða 10 tímar um dagin saman við 70-100 starvsfeløgum

Tað er sera týdningarmikið, at vit kunnu veita kundunum eina góða tænastu. Tí vænta vit eisini, at tú ert álítandi, fyrikomandi, tænastusinnað/ur og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt innan omanfyri nevndu uppgávur og sjálvbiðið bjóðar tína hjálp og kunnleika.

Tú kemur at hava nógv samband við starvsfelagar, og tí er tað týdningarmikið, at tú trívist við at arbeiða í toymi.
Vit bjóða

Vit taka væl ímóti tær og tú fært dugnaligar starvsfelagar, sum kunnu læra teg upp. Tú verður partur av einum góðum og ungum toymi har tónin er óformellur, og vit hugna okkum saman.

Setanarviðurskifti
Lønin verður ásett sambært galdandi sáttmála.

Umsókn
Umsókn og avrit av møguligum viðmælum og prógvum kunnu sendast umvegis teldupost á starv@smyrilline.fo. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og størvini verða sett skjótast til ber. Freistin at søkja størvini er 1. Marts 2019.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ebba Kristinn Thomsen á shopmanager@norrona.fo ella á tlf. 344998.

Um Smyril Line 
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er fólka- og farmaflutingur í Norðuratlantshavi. Smyril Line eigur ferðafólkaskipið Norröna, harumframt fraktfyritøkuna Smyril Line Cargo, sum hevur fraktskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og flutningsfyritøkuna OCD. Eisini rekur Smyril Line Hotel Skálavík, hevur yvirtikið Hotel Hafnia og er í holt við at byggja nýtt hotel við Oknarvegin.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER