HR-samskipari – Fróðskaparsetur Føroya
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA

Nýstovnað starv sum HR-samskipari á Fróðskaparsetri Føroya er leyst at søkja.

Um starvið
Ábyrgdarøkið hjá nýggja HR-samskiparanum verður breitt, men tað fevnir í stuttum um at skapa karmar, soleiðis at starvsfólk trívast, kenna sín leiklut, eru motiverað og mennast í samsvari við aðalmál Setursins. Tú verður við til tryggja, at arbeiðsuppgávurnar verða bornar effektivt og smidliga á mál. Hetta umfatar m.a. at:

  • Samskipa og ráðgeva í sambandi við starvsetanir og starvsfólkamál      
  • Vera við til at fremja trivnaðarkanningar og arbeiða við úrslitunum
  • Saman við øðrum skipa fyri internum skeiðum og tiltøkum
  • Í ávísan mun avgreiða journaluppgávur í samband við starvsfólkamál o.t.
  • Arbeiða við ymiskum HR-fyrisitingarligum uppgávum, t.d. starvsfólkahándbók og mannagongdum
  • Ráðgeva leiðarum og starvsfólkum

Um teg
Vit ímynda okkum, at tann rætti/a til starvið hevur eina viðkomandi universitetsútbúgving og hevur hollar arbeiðsroyndir innan HR. Vit hava í væntu, at tú:

  • Hevur áhuga og áræði at arbeiða við uppgávum innan bæði menning og fyrisiting
  • Dugir væl at orða teg bæði í skrift og talu – serliga á føroyskum, men eisini á donskum/skandinaviskum og enskum
  • Nært ásettum málum og trívist væl við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum
  • Ert proaktiv/ur, jalig/ur og sært møguleikar fram um forðingar
  • Hevur góð samstarvsevnir, men dugir samstundis væl at arbeiða sjálvstøðugt

Umsókn, freist og samband
Starvið verður sett skjótast til ber. Løn er sambært viðkomandi sáttmála.

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 31. januar 2019 og skulu sendast til umsokn@setur.fo.

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Johan Ísak Suna Hansen, fyrisitingarstjóra, á tel. 292504 ella JohanH@setur.fo fyri at fáa meira at vita um starvið.​

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er í støðugum vøkstri, og alsamt fleiri velja at nema sær útbúgving á Setrinum. Fleiri enn 1000 lesandi og 140 starvsfólk hava sína dagligu gongd her og gera Setrið til eitt sera spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, sum er ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum.

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER