Átaksleiðari til Tórshavnar Sløkkilið
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Hervið verður søkt eftir átaksleiðara til Tórshavnar Sløkkilið at byrja sum skjótast. Starvið er fulltíðarstarv og inniber arbeiðsuppgávur sum sløkkiliðsfólk, sum vakthavandi sløkkimeistari og sum vakthavandi átaksleiðari.

HØVUÐSUPPGÁVUR

Uppgávurnar eru sera fjølbroyttar og fevna um alt vanligt sløkkiliðsarbeiði, brunafyribyrgjandi uppgávur og bjargingaruppgávur.

Sum sløkkiliðsmaður og vakthavandi sløkkimeistari:

  • luttaka í døgnvaktum á vaktstovuni
  • luttaka í liðleiðaravaktini
  • bilførari á SFS-bussinum
  • vanligar dagligar uppgávur.

Sum vakthavandi átaksleiðari:

  • luttaka í átaksleiðaravaktum
  • eftirlit við sløkkiliðsútgerð
  • saman við liðleiðarunum hava venjingar við sløkkiliðsmanningini
  • útbúgvingar av sløkkiliðsmanningini
  • skeið fyri stovnum o.ø.

FØRLEIKAKRØV

  • prógv sum sløkkiliðsfólk frá góðkendum skúla
  • tað er ein fyrimunur at hava liðleiðaraprógv og átaksleiðaraprógv frá góðkendum skúla. Hetta kann takast eftirfylgjandi, tó innan 2 ár
  • førarabræv til akfar omanfyri. 3500 kg.
  • vinnuførarabræv til akfar (B/C –persónbil/vinnuliga fólkaflutning).

Fyri rætta viðkomandi kann hetta takast eftirfylgjandi.

  • fyrstuhjálparaprógv.
  • skal kunna tosa og skriva føroyskt og danskt.

Vit leggja dent á, at tú hevur hollar royndir sum sløkkiliðsmaður og kanst ganga á odda, arbeiða sjálvstøðugt og leiða.

ANNAÐ

Umsøkjari má kunna vera á støðini innan 5 minuttir.

Eisini skulu umsøkjarar, ið koma til samrøðu, kunna útvega reina revsiváttan frá løgregluni og nøktandi heilsuváttan fyri roykkavarar.

SETANARVIÐURSKIFTI

Starvið verður lønt sambært sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKN

Umsókn merkt “umsókn átaksleiðari” skal verða Tórshavnar kommunu í hendi seinast 24. januar 2019 kl. 08.00 á torshavn@torshavn.fo. Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Heina Østerø, sløkkiliðsstjóra, tlf. 292106

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER