Hagstova Føroya søkir KT-mennara
HAGSTOVA FØROYA

Vilt tú flyta Føroya mest fjølbroytta dátuhús fram á næsta stig á talgildu leiðini?

Á Hagstovuni vilja vit í enn størri mun menna KT-loysnir, sum gera tað lættari at framleiða hagtøl og soleiðis økja vitanina um tað føroyska samfelagið.

Vit eru í løtuni í gongd við at royndarkoyra okkara nýggju heimasíðu, sum er okkara fyrsta stig á leiðini. Tú kanst síggja eina beta-útgávu av heimasíðuni her. Heimasíðan brúkar Drupal og egin ment modul, ið eru forritað í TypeScript. Heimasíðan og tilhoyrandi tænastulag, verða eitt fokusøki, sum vit framhaldandi fara at menna.

Dátugrundalagið undir hagtalsframleiðslunum á stovninum eru stórir dátugrunnar við yvir 3.000 talvum. Vit eru farin undir at byggja eitt nýtt datavøruhús, sum skal gera tað einfaldari at arbeiða við umfatandi dátukeldum og harvið lættari at framleiða hagtøl. Hetta verður tí nakað av tí fyrsta, sum tú saman við okkum fert at arbeiða við. Vit fara eisini í framtíðini at hyggja at møguleikum við Big Data og Machine Learning.

Vit arbeiða eftir agilum mannagondum og taka støði í DevOps innan menning og rakstur. Mannagongdir og dátuviðgerð fylgja altjóða leisti innan hagtalsviðgerð.

Um teg
Vit ímynda okkum, at tú hevur útbúgving innan KT ella royndir innan økið. Nýútbúgvin eru eisini vælkomin at søkja. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við menning innan eitt ella fleiri av hesum økjum: Vevtænastum, dátugrunnum ella dátuvøruhúsi. Somuleiðis er ynskiligt, at tú hevur royndir við einum ella fleiri forritanarmálum, t.d. SQL, PL/SQL, T-SQL, JavaScript, Angular, TypeScript, PHP, ASP.NET MVC, C#/.Net ella Java.

Tað hevur týdning, at tú ert ein liðspælari og trívist væl at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi. Vit vænta, at tú dugir at fara niður í smálutir, men samstundis hevur yvirskipaðu heildina i huga. Tú ert fyrikomandi, forvitin, spyrt tá tú ikki veit og dámar væl fakligar avbjóðingar.

Hevur tú royndir innan eitt ella fleiri av hesum økjum: Webservices, Microservices, Business Intelligence, hagtølum, R, Big Data ella Machine Learning, halda vit hetta vera sera áhugavert, tó uttan at vera ein treyt til starvið.

Vit vænta ikki, at tú hevur førleikar innan øll omanfyri nevndu økir. Tað hevur tí týdning, at tú ert opin fyri áhaldandi førleikamenning.

Vit bjóða
Eitt starv, sum tú sleppur at seta tíni fingramerki á, hvussu ein fjølbroyttur KT-grundvøllur verður sniðgivin og mentur. Tú fært góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning. Somuleiðis kemur tú at arbeiða við fjølbroyttum tøkniligum avbjóðingum. Starvið gevur harumframt eitt altjóða útsýni við tætta samstarvinum, sum vit hava við hagstovurnar í londum kring okkum.

Lønin er sambært galdandi sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi fakfelag.

Umsóknin skal vera Hagstovuni í hendi í seinasta lagi mikudagin 23. januar 2019. Umsóknin skal sendast til hagstova@hagstova.fo ella Hagstova Føroya, Postboks 2068, 110 Tórshavn.

Vilt tú hava meira at vita um starvið og møguleikarnar, set teg so í samband við Torbjørn Lisberg, KT-leiðara, telefon 352803.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER