Húsavørður til Klaksvíkar kommunu
KLAKSVÍKAR KOMMUNA

Søkt verður eftir húsavørði at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald av bygningum hjá Klaksvíkar kommunu, umframt annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði.

Førleikakrøv
• Handverkaraútbúgving
• Hevur góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
• Hevur góð samstarvsevnir

Sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú ert arbeiðssom/samur, dugnalig/ur og vælskipað/ur.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv, ið verður lønt sum handverkari sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverkarafelag.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast sum teldupostur til klaksvik@klaksvik.fo
Til ber eisini at senda umsóknina sum vanligt bræv til: Klaksvíkar kommuna, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15. februar 2019 kl. 12.00.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til: Hans Fróða Hansen, á tlf. 213249 ella hfh@klaksvik.fo

Klaksvíkar Kommuna | Nólsoyar Páls gøta 32 | Postboks 2 | 710 Klaksvík | Tlf. 41 00 00 | klaksvik@klaksvik.fo | www.klaksvik.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER