Rør- og blikksmiðir til HVS arbeiði
P/F DEMICH

Ert tú rør- og blikksmiður, ella hevur tú royndir innan HVS arbeiði? So er møguleiki at gerast partur av Føroya fremsta virki innan grøna orku.

Vit bjóða fleiri áhugaverd og spennandi størv við nógvum avbjóðingum, har vit raðfesta tænastu, góðsku og gott handverk.

Rørsmiðir
Til okkara verkætlanardeild, sum tekur sær av øllum størri verkætlanum, tørvar okkum fleiri rørsmiðir. Demich er partur av nøkrum av størstu verkætlanunum í Føroyum, eitt nú nýggja bygninginum hjá Landssjúkrahúsinum.

Blikksmiður
Til okkara framkomnu blikksmiðju í Havn tørvar okkum ein blikksmið. Umframt at starvast á sjálvari smiðjuni, kemur tú av og á at arbeiða úti hjá kundum.

Rørsmiður/handverkari
Til uppsetan og servisu av hitapumpum kring landið, tørvar okkum rørsmið, ella ein handverkara við viðkomandi útbúgving ella royndum.

Hjá Demich fylgja vit støðugt við menningini og hava seinastu árini lagt okkum á odda innan grøna orkuøkið, har vit hava uppbygt nógvar og góðar royndir.

Tað veri seg við hitapumpum, sum taka orkuna úr jørðini, luftini og sjógvi, umframt ventilatiónshitapumpum, har vit meta, at stórir vakstrarmøguleikar verða komandi árini.

Um teg
Tú ert útbúgvin rør- og blikksmiður, ella hevur líknandi útbúgving og royndir innan vanligt HVS arbeiði. Tú kemur at arbeiða við okkara verkætlanum ymsa staðni í Føroyum.

Løn og setanartreytir sambært avtalu.

Vit vænta, at tú ert nærlagdur og ágrýtin, setir kundatænastu og gott handverk í fremstu røð.

Umsóknir
Umsóknir skulu sendast til Torbjørn Hansen á torbjorn@demich.fo Viðmerk umsóknina “rør- og blikksmiður”. Seinasta freist at søkja er mikudagin 23. januar 2019

Hevur tú spurningar um størvini, ert tú vælkomin at venda tær til Torbjørn Hansen á torbjorn@demich.fo ella á tel.350 300.

Tú ert eisini vælkomin at senda okkum eini boð á Facebook ella støkka inn á gólvið hjá Demich, Stiðjagøta 2.

Um okkum
Demich er ein út við 60 ára gomul fyritøka. Vit hava nógv góð starvsfólk, og komandi árini fáa vit brúk fyri enn fleiri. Vit eru vit eitt gott og trygt arbeiðspláss við skipaðum arbeiðsumstøðum fyri øll starvsfólk. Útgerðin og maskinurnar hjá Demich eru dagførdar og tíðarhóskandi við nýggjastu tøknini.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER