KOKKAR OG KOKKALÆRLINGAR TIL MATSTOVUR HEIMA Í HAVN
P/F GIST & VIST

Hevur tú áhuga fyri matgerð? Og megnar tú at savna teg um matgerðina í einum bráðskiftandi umhvørvi? So er tað júst tær, vit hava brúk fyri!

Okkum tørvar bæði kokkar og kokkalærlingar til matstovurnar Heima í Havn: Barbaru, Áarstovu, Ræst og Fútastovu.

Kokkar at byrja í februar 2019 og kokkalærlingar at byrja í mars 2019.

Vit bjóða tær eitt spennandi arbeiðspláss, har tú kemur at arbeiða saman við einum ungum og ágrýtnum toymi. Saman við toyminum fært tú møguleika at menna køkin og matskráirnar hjá okkum.

Vit vænta, at tú leggur stóran dent á at halda tænastu og góðsku á einum høgum støði, og at tú ert álítandi og hevur góð samstarvsevnir.

Kokkalærlingar:
Lærutíðin hjá kokkalærlingum er 3 ár og 9 mánaðir, har ein partur ella øll skúlagongdin er í Danmark. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur køksroyndir og dugir gundleggjandi matgerð. Ljóðar hetta sum nakað fyri teg? So send eina umsókn til starv@gistogvist.fo Minst til at viðmerkja, um tú søkir starv sum kokkur ella kokkalærlingur.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER