Atlantic Airways sóknast eftir flogternum og -tænarum til fríyrkisstørv
P/F ATLANTIC AIRWAYS, FAROE ISLANDS

Sum fríyrkis-flogterna/tænari sleppur tú at royna teg í einum avbjóðandi starvi. Tú skalt í minsta lagi kunna starvast fulla tíð í summarmánaðunum juni, juli og august 2019.
Tú mást búgva og kunna røkja starvið úr antin Føroyum ella Keypmannahavn og kunna arbeiða skiftandi arbeiðstíðir. Tín uppgáva er fyrst og fremst at syrgja fyri trygdini hjá ferðafólkunum. Samstundis ert tú við til at seta viðskiftafólk okkara í miðdepilin og vísa, at Atlantic Airways er eitt flogfelag við fyrstafloks tænastu.

TÍNIR EGINLEIKAR
Tú ert ábyrgdarfull/ur og tænastusinnað/ur – tú dugir og ert tilvitað/ur um at gera ferðina hjá viðskiftafólki okkara so góða og smidliga sum gjørligt. Tú kanst arbeiða undir trýsti, trívist við at starvast tætt saman við øðrum og kanst gera mun fyri viðskiftafólk og starvsfelagar. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur miðnámsprógv, royndir frá tænastuarbeiði, og tú skalt hava reina revsiváttan.

KRØV
Setanarsamrøður verða í februar 2019, og verður tú sett/ ur í starv, skalt tú á heildagsskeið í Føroyum, í viku 10, 11 og 12, áðrenn tú byrjar. Løn verður ikki goldin í sambandi við skeiðið. Starvsvenjing umborð á flogførunum verður í mai og juni.

ARBEIÐSTÍÐIR OG -STAÐUR
Tá ið tú hevur tikið skeiðið, staðið kabinu-starvsroyndina og fingið heilsugóðkenning, skalt tú, eftir nærri avtalu, vera tøk/ur til neyðugu starvsvenjingina umborð á okkara flogførum, soleiðis at tú ert endaliga til reiðar at arbeiða fulla tíð í juni, juli og august. Møguleiki er
eisini fyri, at tú fert at arbeiða í seinnu hálvu av august og partar av september. Tú skalt vera tøk/ur frá seinnu hálvu í apríl til fyrst í september 2019. Vit taka sjálvsagt hædd fyri neyðugu lógarásettu hvílitíðini. Vit vænta, at tú ert lagalig/ur og tøk/ur til flest møguligar flogtímar. Starvið er við støð í Føroyum ella Keypmannahavn. Løn og dagpeningur sambært galdandi reglum.

VILT TÚ VITA MEIRA?
Set teg í samband við Anniku Jespersen, kabinuovasta á annikaj@atlantic.fo ella tlf. 21 34 11

UMSÓKNIR
Hevur tú hug at søkja starv sum fríyrkis-flogterna ella -tænari, send okkum eina umsókn saman við lívsrensli (CV), mynd, prógvum og viðmælum til starv@atlantic.fo  Umsóknarfreistin er tann 26. januar 2019.


UM OKKUM
Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Í fyritøkuni starvast umleið 200 eldhugað og tænastusinnað starvsfólk í nógvum ymsum starvsbólkum. Okkara fremstu uppgávur eru at knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta oyggjar saman og skapa tryggleika. Hjá okkum er trygdin í hásæti, og vit vilja veita eitt regluligt, smidligt og fjølbroytt rutunet við Føroyum sum hornasteini og eina framúr góða tænastu.

Les meira á heimasíðu okkara atlantic.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER