Sølufólk til Vollabúðina sp/f
SP/F VOLLABÚÐIN

Vit søkja eftir einum sølufólki til fulla ella hálva tíð.

Vollabúðin sóknast eftir einum sølufólki, sum brennir fyri sølu, er ágrýtin,  jalig/ur og kundavinarlig/ur. Týdningarmikið er at tú setir teg inn í tingini, so at tú kanst tæna kundanum á besta hátt; og kann arbeiða sjálvstøðugt.

Sum sølufólk í Vollabúðini kemur tú millum anna at umsita.

  • Kundaráðgeving
  • Sølu / innkeyp
  • Vørumóttøku
  • Vøruupseting
  • Uppfylling o.a

Vit bjóða tær eitt starv sum er sera fjølbroytt og spennadi, við einum sjálvstøðugum gerandisdegi í einari professionellari fyritøku í vøkstri.

Góða og grundiga upplæring í øllum vørubólkum sum handilin umsitur.

Vollabúðin hevur eitt breitt vøru úrvæl. Vit selja millum anna:

Búnýti, máling, gólv, loft, hvítvørur, køkar, baðirúmsmøblar, klædnaskáp við skjótihurðum og súkklur.

Royndir innan áður nevndu vørubólkar, hava fyrimun, men er tó ikki ein treyt.

Løn sambart avtalu. 

Umsóknarfreistin er 1. januar  2019.

Umsókn, CV og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast til vollabudin@mail.fo

Spurningar um starvið kunnu setast Birgir av Vollanum, stjóra, á tel. 223596

Fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnað

Vollabúðin sp/f
Heiðavegur 100
600 Saltangará
Tlf : 449649 ella 223596

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER