LISTASAVN FØROYA LÝSIR EFTIR NÝGGJUM STJÓRA
LISTASAVN FØROYA

Starvið sum stjóri á Listasavni Føroya er hervið leyst at søkja, og ætlanin er at seta stjóran frá 1. mai 2019 at rokna.

Listasavn Føroya er tjóðlistasavnið í Føroyum.

Listasavnið hevur til endamáls at fáa til vega, skráseta og varðveita føroyska myndlist í fortíð og nútíð umframt at virka fyri gransking og miðling við denti á tað, sum savnið eigur. Listasavnið varpar eisini ljós á útlendska myndlist við týdningi fyri føroyska list umframt list úr Norðuratlantsøkinum.

Stjórin er listaligi og umsitingarligi leiðarin í Listasavni Føroya við ábyrgd mótvegis stýrinum á savninum.
Stjórin skal tryggja menningina av savninum sum leiðandi stovnur í Føroyum innan myndlist umframt leiklutin sum fremsti aktørur á økinum í mun til útlond.

Uppgávur
Stjórin hevur til uppgávu:
• At røkja dagliga raksturin, herundir umsiting, samsvarandi endamáli savnsins og innan fyri givnu fíggjarligu karmarnar.
• At menna mannagongdir fyri keypi, skráseting, varðveitslu, gransking og miðling, undir hesum talgilt samskifti, innan fyri karmarnar av yvirskipaðari visjón fyri virksemið á savninum.
• At seta í verk hesar mannagongdir sambært einari nærri raðfesting av virkisøkjum.
• At ráðgeva og samstarva við almennar myndugleikar, føroyska listalívið, søvn, stovnar, skúlar og almenningin sum heild.

Fakligir førleikar
• Umsøkjarin skal hava listasøguliga útbúgving á kandidatstigi – ella:
• eina líknandi listafakliga ella savnsliga útbúgving við royndum, sum metast at geva fakligu førleikarnar til at røkja starvið.

Umsøkjarar við savnsroyndum hava fyrimun.
Tað verður mett sum ein fyrimunur at hava leiðsluroyndir á savni og/ella kunnleika til búskap og umsiting.

Persónligir førleikar
Umsøkjarin skal vera førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, hava góðar samskiftis- og samstarvsførleikar umframt vera ágrýtin og nýskapandi við virðing fyri tí, sum sermerkir savnið.

Lønarviðurskifti og setanartreytir
Stýrið setur stjóran.
Starvið er fulltíðarstarv og er tíðaravmarkað til 5 ár við møguleika fyri leinging í 3 ár.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi fakfelag.

Samband
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til stýrisformannin Niels Christian Nolsøe, M + 298 57 09 05, nich.nolsoe@gmail.com ella savnsstjóran Nils Ohrt, T +298 31 35 79, nils@art.fo

Móttakari
Umsóknin við avriti av útbúgvingarprógvum, CV og týðandi skjølum skal sendast til:

Listasavn Føroya
Att. Niels Christian Nolsøe, stýrisformaður
Gundadalsvegur 9
Postboks 1411
FO-110 Tórshavn

Umsóknin skal vera Listasavni Føroya í hendi áðrenn 31.1.2019
__________________________________________________________________________________________________________

Listasavn Føroya varð stovnað sum sjálvsognarstovnur í 1989 við stýri sum telur fýra limir valdir av Listafelag Føroya og Føroysk
Myndlistafólk.
Savnið verður rikið sambært Viðtøkur fyri Listasavn Føroya frá 4.7.2016 við fígging, sum stavar frá rakstrarjáttan á Løgtingsins fíggjarlóg,
egnum inntøkum umframt stuðul frá Tórshavnar kommunu.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER