Brunnborari og/ella handverkari til Pf. Jarðhiti Pf.
P/F JARÐHITI

Jarðhiti søkir eftir brunnborarum og/ella handverkarum til økta virksemið hjá felagnum.

Talan er um størv, har viðkomandi bæði kunnu væntast at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.

Tað er fyrimunur, um viðkomandi hava royndir frá líknandi arbeiði, tó er hetta ikki ein treyt.

Roknast skal við upplæring og viðkomandi skeiðum uttanlands.

Setanarviðurskifti

Størvini verða sett eftir nærri avtalu.

Er talan um rætta fólkið, ber eisini til at bíða til viðkomandi er tøkur.

Lønin er eftir avtalu.

Umsóknir

Umsókn við CV skal sendast til jardhiti@jardhiti.fo í seinasta lagi mánadagin 4. jan 2018.

Eru spurningar um størvini, kann ringjast til Atla Nattestad á telefon 290 360.

Um felagið Pf. Jarðhiti varð stovnað í 2014.

Felagið arbeiðir fyrst og fremst við at bora hol til jarðhita, men ger eisini aðrar smærri boriuppgávur



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER