Tekniskur leiðari til Vága kommunu
VÁGA KOMMUNA

Vegna ov fáar um umsøkjarar, hevur Vága kommuna valgt at lýsa starvið leyst av nýggjum.

Vága kommuna søkir eftir tekniskum leiðara at byrja í starvi 1. mars ella skjótast til ber.

Starvið

Vága kommuna bjóðar tær eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú, sum leiðari fær møguleika at skipa og menna tekniska økið.

Tekniski leiðarin hevur ábyrgd av tekniska økinum í kommununi og er partur av leiðslutoymi kommununar, starvið er skipað beint undir kommunustjóranum.

Vága býráð er virkið í arbeiðinum at menna kommununa. Býráðið væntar, at tekniski leiðarin, saman við hinum leiðarunum og starvsfólkunum í kommununi stuðlar kommunustýrinum í at seta dagsskránna og megnar at halda visjónir og møguleikar í miðdeplinum í samstarvi við borgarar og vinnulív í kommununi.

Starvið verður sett 1. mars 2019, ella eftir nærri avtalu. Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sambært galdandi sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

 

Uppgávur

Tekniski leiðarin varðar av fakligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu stýringini av tekniska økinum í Vága kommunu, herundir eisini at:

  • Skipa tekniska økið í kommununi og gera viðlíkahaldsætlanir fyri ymisku økini

  • Fyriskipa og leiða rakstrar- og viðlíkahaldsarbeiði í kommununi

  • Hava ábyrgd av øllum bygningum og øðrum føstum ognum hjá kommununi

  • Fyrireika teknisk mál til politiska støðutakan

  • Myndugleikaviðgera

  • Málsviðgera og ráðleggja

  • Skipa fyri byggi- og býarplanlegging

  • Fyriskipa og hava eftirlit við verkætlanum á tekniska økinum

  • Skipa fyri útveitan av uppgávum á tekniska økinum

  • Skipa fyri skrásetingararbeiði á tekniska økinum

  • Fyrisita smærri projekteringsarbeiði, útinning og hava eftirliti

 

Umsøkjarin:

Hevur viðkomandi langa ella miðallanga útbúgving frá hægri lærustovni ella samanlagt samsvarandi útbúgvingarstøði og royndir. Harumframt skal umsøkjarin hava sum mest av hesum førleikum:

  • Royndir í omanfyrinevndu arbeiðsøkjum

  • Royndirí leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring

  • Góð evni at samskifta og málbera seg

  • Vera fleksibul og hava góð samstarvsevni

  • Evni at eggja og ganga undan

  • Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til ArcGIS

Samband og umsókn

Áhugað, ið ynskja at frætta nærri um starvið, eru vælkomin at venda sær til Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóra á tlf. 794410 ella umvegis teldupostadressu eyddis@vaga.fo. Umsóknir við prógvum, cv, viðmælum v.m. skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 4. januar 2019 kl. 12.00 og skulu sendast til

Vága kommuna

Hammersheimbsvegur 1

360 Sandavágur

ella á teldupost eyddis@vaga.fo,

Merk umsóknina: Tekniskur leiðari

Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja umaftur, ella ongan at seta.

 

Um kommununa

Vága kommuna er ein virkisfús kommuna í framgongd. Fíggjarætlanin fyri 2019 javnvigar við umleið 90 milliónum.

Vága býráð hevur 11 limir. Politiska arbeiðið er skipað í hesa nevndir: Fíggjarnevnd, tekniska nevnd, menturnar- og trivnaðarnevnd og vinnu- og havnanevnd.

Í kommununi starvast 160 fólk í ymiskum stovnum hjá kommununi. Fyrisitingin hjá Vága kommunu heldur til í hølum á Hammersheimbsvegi 1 í Sandavági. Fyrisitingin er skipað í tekniska deild, fíggjardeild, námsfrøðiliga ráðgeving og móttøku. Í fyrisitingini starvast 8 fólk umframt borgarstjóran.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER