FÍGGJARFULLTRÚI TIL UMHVØRVISSTOVUNA
UMHVØRVISSTOVAN

Umhvørvisstovan leitar eftir dugnaligum fólki við hegni og royndum at taka sær av fíggjarviðurskiftum stovnsins.

Tú verður knýtt/ur at stjórnarskrivstovuni og vísir beinleiðis til stjóran. Tú fært ábyrgdina av at verkseta dagførdu roknskaparreglugerðina, gera fíggjarætlanir og støðulýsingar og at ráðgeva leiðslu o.ø. í fíggjar-, játtanar- og roknskaparligum spurningum. Fíggjarstýringin fevnir eisini um menningar- og granskingarverkætlanir, sum stovnurin varðar av ella luttekur í.

Tú skalt hava góðar roknskaparligar førleikar og helst royndir við fíggjarstýring í almenna ella privata geiranum. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur innlit í og royndir við almennu búskaparskipanini BSL og journalskipanini 360.

Tú hevur hægri útbúgving so sum cand.merc.aud., HA ella HD við yvirbygningi ella aðra viðkomandi útbúgving og royndir, sum kunnu javnsetast.

Vit vænta, at tú

  •  dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur hug og hegni at samstarva við onnur,
  • trívist í einum fakliga fjøltáttaðum umhvørvi,
  • hevur eitt opið og positivt lyndi,
  • gongur á odda í menningini av fíggjarstýringini á stovninum,
  • hevur góð evni at orða teg munnliga sum skrivliga

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya ella annað viðkomandi yrkisfelag. Starvið verður at seta skjótast gjørligt.

Umsókn við prógvum og CV, umframt møgulig viðmæli ella upplýsing um heimildarfólk, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 17. desember 2018 og sendast okkum við telduposti á starv@us.fo, frámerkt “Fíggjarfólk”.

Umhvørvisstovan
Umhvørvisstovan er stovnur undir Heilsu- og innlendismálaráðnum, sum fevnir um umhvørvisvernd og gransking, orku og el-veitingareftirlit, skógrøkt og gróðurstøð, kort og geodátur, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit vm. Síwww.us.fo.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER