Farloyvisstarv sum skrivstovufólk
LANDSVERK

Vit leita eftir einum virkisfýsnum og tænastusinnaðum skrivstovufólki til stjórnardeildina at byrja beinan vegin.

Arbeiðsuppgávur
Tú fert at taka tær av ymiskum umsitingarligum uppgávum, ið fyrst og fremst eru innan starvsfólkaøkið. Uppgávurnar fevna millum annað um:

  • Umsiting í sambandi við starvsfólkaviðurskifti. Hetta inniber millum annað nakað av lønarumsiting, skeiðsumsiting og umsiting í sambandi við starvsetanir v.m.
  • Aðrar uppgávur innan starvsfólkaøkið og á stjórnardeildini annars.

Tær mest nýttu skipanirnar í starvinum eru Office pakkin, Lønarskipan landsins, Total-view og Epos hr- og rekrutteringsskipan.

Førleikakrøv
Skrivstovuútbúgving ella royndir innan fyrisiting kunnu vera ein fyrimunur, men eru tó ikki ein treyt. Tú ert væl fyri innan KT, og tað er ein fyrimunur, um tú dugur væl at skriva.

Sum persónur ert tú sera væl skipað/ur, og tú hevur eyga fyri smálutum. Tú ert jalig/ur,  tænastusinnað/ur, og ert til reiðar at rætta eina hjálpandi hond, tá ið á stendur.

 

Setanarviðurskifti 
Talan er um fulltíðarstarv, ið er tíðaravmarkað til juli 2019. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Arbeiðsstaðurin er høvuðskrivstovan í Tórshavn.


Umsóknir
Prógv og lívsgongdarlýsing (cv) skulu saman við umsókn sendast umvegis okkara heimasíðu www.landsverk.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 2. januar 2019.   

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ásu Ósá tlf. 290 816.

Fakliga og óheft røkir Landsverk tað verandi, byggir tað nýggja og fyrireikar tað komandi.   
            Vit tryggja heildarmyndina av landsins bygningum og infrakervi – nú og í framtíðini.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER